Tíðindi

Heiðraðu spæliliðnum

25.06.2018

Eitt afturvendandi átak hjá SSP og skúlunum kring landið, er at skipa spælilið á øllum skúlum.

Tá skúlaárið byrjar verða næmingar í 7. flokkunum bjóðaðir á skeið, har teir læra einføld spøl og læra at skipa fyri spølum.

Í ár hevur spæliliðið spælt við næmingum við Løkin hvørja viku, og somuleiðis verið onkran túr inni á Glyvrum og spælt við børnunum har.

Sjálvandi skulu hesi fáa eitt herðaklapp fyri teirra stóra arbeiði, sum hjálpur til at fáa trivnaðin hjá øllum á skúlanum at vera góðan.

Takk fyri tykkara stóra arbeiði!

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur