Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 14. sept. 2018
14. september 2018

Vit í Uppistovu hava nú verið yviri á brúnni og tikið mynd, sum vit gera á hvørjum ári. Niðristova fer ein annan dag, tá øll eru í forskúla og veðrið er til tað.

Afturat verkætlanini Betri Vinir, hava vit í forskúlanum hvønn dag ymisk spøl og ymiskar venjingar, sum styrkja samanhaldið millum børnini. Vit ynskja at børnini koma at kennast væl, verða góð við og virða hvønn annan. Kanningar vísa, at jú betri børnini eru við hvønn annan, og betri samansjóðaður bólkurin er heilt frá byrjan, tess betri samvirkar barnabólkurin og minni happing verður. 

Vit eru eisini byrjað uppá undanførleikarnar til rokning og føroyskt. Í rokning arbeiða vit við at skilja sundur og bólka saman. Børnini arbeiða í bókini, á talvuni og við ymiskum spølum. Í føroyskum arbeiða vit við at læra at lurta. Vit spæla spøl, gita ymisk ljóð og læra at lurta og at minnast.

Í dag vóru børnini í Niðristovu ein túr niðri í fjøruni.

Uppistova