Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 28. september 2018
28. september 2018

Nú eru tað børnini í Niðristovu, ið skriva. Meðan vit hava gingið í forskúla, hava vit bygt hús við pípureinsarum og súgvirørum. Vit hava skrivað ymiskt við bókstavum, ið vit límaðu á pappír. M.a. blóma, nøvnini á okkum og øðrum børnum. Vit hava lært at skrivað tøl. Vit hava teknað í Stuttligum tølum, og vit hava telvað. Vit hava spælt úti við alt møguligt. Vit hava gingið á stúltum, rutsjað, súkklað, gingið túrar, fingið bamsur, klintrað á klintriveggi, klintrað í trøum, spælt fótbólt og spælt hondbólt. Vit hava eisini verið til sangløtu hvønn dag. Vit hava lært 25 sangir. M.a. syngja vit "Heystið, tað er júst nú komið," "Kettan liggur í durunum deyð," "Tangokettan," "Dukka mín er blá," "Tá eg havi hug, fari eg í bað," "Kráka sigur við krabba," "Ommur siga søgur," "Faðir, fylg mær henda dag," "Høvd og akslar, baby," "Høvd, akslar, knø og tær," "Eyga, oyra, fótur verða eg vil" og "Sasha, Sasha," ið er ein dansur úr Russlandi. Vit biðja Faðirvár hvønn morgun. Í dag spældu vit eitt stuttligt spæl, sum eitur "Ketta og mús."

Kærar heilsanir,

Børnini í Niðristovu