Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 8. november 2018
08. november 2018

Í gjár gjørdu vit setningar við trækubbum. Ein trækubbi var eitt orð. Summir setningar eru stuttir. Til dømis "Vit spældu LEGO." Í tí setninginum eru trý orð. Summir setningar eru langir. Til dømis "Eg havi teknað ein fisk, sum er lilla og bláur." Í tí setninginum eru tíggju orð.

Vit skrivaðu eisini hesar setningarnar við kubbum: Vit teknaðu fiskar. Vit funnu bókstavir og sovorðið. Vit hava fingið nýggjar bøkur, sum eita Stuttlig Tøl. Eg havi teknað í Stuttligum Tølum, og eg eri komin langt. Mær dámar so væl at spæla fótbólt og skora mál. Eg elski mammu mína, og hon er tann fittasta. Tá eg havi hug, fari eg í bað beint nú. Vit koyrdu salt í vatnið, so eplið kundi flóta. 

Í síðstu viku høvdu vit evnisviku um vatn og sjógv. Vit prátaðu, sungu og gjørdu royndir, ið snúðu seg um hetta evnið.

Epli flóta ikki í feskum vatni. Vit brúktu nógv salt, sum vit stoyttu í vatn, til at fáa eplini til at flóta. Vit høvdu eitt epli í part.

Ein dagin gjørdu vit regn. Kári stoytti heitt vatn í eina stóra skál við salti í, og hann setti eina lítla, tóma skál í miðjuna av stóru skálini. Stóra skálin var havið. Tað var salt, og kundi ikki drekkast. Lítla, tóma skálin var landjørðin. So legði hann film útyvir stóru skálina, og legði ísklumpar á filmin. Ísklumparnir eru tann kalda luftin høgt uppi í luftini. Tá ið heita vatnið dampar upp, legst tað á filmin niðriundir ísklumpunum, og verða til døggdropar. Døggdroparnir eru skýggj. Teir duttu so niður aftur sum regn og endaðu í lítlu skálini. Vatnið í lítlu skálini var ikki salt, men feskt, og kundi væl drekkast. Tað smakkaði væl.

Vit teknaðu eisini fiskar í síðstu viku. Onkur teknaði ein reyðan og ljósareyðan pápafisk, onkur teknaði ælabogafiskin Silviu við nógvum litum, onkur teknaði ein blandaðan ælabogafisk, ið eitur Rósa, onkur teknaði ein lillafarvaðan stórasystrafisk, og ein teknaði ein fisk, sum eitur Jónvo. Fiskarnir fara at hanga uppi í einum sansarúmi, sum øll børnini í Glyvra skúla hava gjørt saman.

Prátið um vatn, hav og tað, sum livir í havinum, heldur fram eina tíð.

Kærar heilsanir,

Børnini í Niðristovu