Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 21. januar 2019
18. januar 2019

Nú er kavin burtur aftur, men fríggjadagin í farnu viku hugleiddu børnini í Niðristovu eitt sindur um veðrið, vit høvdu tá, og her eru eisini nakrar myndir:

Vit hava sletað í kavanum. Vit hava spælt við kava. Vit hava gjørt ein kavamann, og vit hava spælt kavakríggj. Tað er sum oftast stuttligt, men tað er ikki so gott at raka í oyrað, og tað er ikki loyvt at blaka kava í andlitið. Onkur hevur etið kava. Vit hava sungið sangir um kava og um vetur. "Sleturokk," "Hygg, kavin hann er komin," "Veturin kom við kulda og kava" og "Nú liggur ein kavafonn tindi á". Vit hava eisini sungið um eina klokku, sum sigur ding, dong. Í gjár sungu vit ein franskan sang fyri hinum børnunum í skúlanum. Hann eitur Frère Jaqcues.

Í morgun, 21. januar, var 3.b og sang og dansaði saman við okkum, og her eru eisini nakrar myndir frá teirri vitjanini.

Bestu heilsanir,

Børnini í Niðristovu