Tíðindi
Brúgvin fer til sjónleik fríggjadagin 22. februar
20.02.2019
Fríggjamorgunin 22. februar kl. 9.30 fara vit á Brúnni til sjónleik í Løkshøll. Leikurin eitur "Fróði og aðrir kúllar" og er bygdur á bók hjá Ole Lund Kierkegaard, og er, sum vera man, ein skemtiligur leikur. Leikurin er um nøkur børn, sum búgva í Hornhúsgøtu. Ein dagin verður stolið frá harðmælta Hr. Storm, og øll børnini seta sær fyri at fanga tjóvin.
Møtt verður sum vanligt á Glyvrum - vit lata upp kl. 7.30 - og vit koyra við bussi til skúlan við Løkin. Leikurin er ókeypis hjá okkum. Aftaná leikin leiða vit børnini í Bylgjuna, har frítíðarskúlin í Rituvík tekur ímóti børnunum. Tey børn, ið ikki skulu í frítíðarskúla, kunnu heintast í Bylgjuni kl. 11.30.
Starvsfólkini á Brúnni
27.10.2025
Takk
27.10.2025
Trivnaðarátøk í skúlanum við Løkin
23.10.2025
Tolsemisvika í Glyvra skúla
07.10.2025
Rennidagurin framskundaður til mikudagin 8. oktobur
06.10.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar pening inn til Krabbameinsfelagið
24.09.2025