Tíðindi
Løkin Band til Danmarkar
14.05.2019
Í dag, 14. mai 2019, fer næmingaorkestrið Løkin Band til Hjørring í Danmark á konsertferð. Í Løkin Band eru næmingar í 6., 7., og 9. flokki úr skúlanum við Løkin í Runavík.
Løkin Band skal spæla konsertir saman við einum skúlaorkestri í Horne Skole í Hjørring.
‘Konsertirnar verða soleiðis, at vit spæla okkara sangir, tey spæla sínar sangir, og so spæla vit saman til endans.’ Siga tey í Løkin Band. Tey siga eisini, at tey skulu læra teir donsku næmingarnar ein føroyskan sang – ‘Sorgblídni’ hjá Signar í Homrum.
Umframt skúlakonsertir í Hjørring skulu tey eisini spæla á stóra palli á Aalborg børnekarneval. Har er ein spennandi skrá við nógvum bólkum.
Runavík og Hjørring eru vinarbýir, og er henda ferðin liður í hesum vinarbýarsamstarvinum.
27.10.2025
Takk
27.10.2025
Trivnaðarátøk í skúlanum við Løkin
23.10.2025
Tolsemisvika í Glyvra skúla
07.10.2025
Rennidagurin framskundaður til mikudagin 8. oktobur
06.10.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar pening inn til Krabbameinsfelagið
24.09.2025