Seinastu tíðindi
Ferðafrásøgn: Løkin Band á tónleikaferð í Danmark
30. mai 2019

Herfyri var Løkin Band á tónleikaferð í Danmark. Vit vitjaðu í Hjørring kommunu, har vit spældu saman við einum øðrum skúlaorkestri. Her kemur ein stutt ferðafrásøgn

---

Týsdagin 14. maj foru vit við Atlantic Airways. Vit skuldu til Danmarkar – nærri sagt Hjørring í norðjútlandi. Vit hava fingið eitt vinarorkestur har. Tað eitur Horne Skoleorkester. 
Vit møttu teimum mikumorgunin og vandu við teimum allan dagin. Hetta gekk sera væl, og vit spældu eina konsert fyri skúlanum hjá teimum síðsta tíma tann dagin. Vit spældu fyrst 3 av okkara sangum. So spældi Horne Skoleorkester 2 sangir, og so spældu vit 3 sangir saman – teir, vit høvdu vant gjøgnum dagin.

Danskararnir vildu gjarna læra ein føroyskan sang, so vit lærdu tey Sorgblídni hjá Signar í Homrum. Tey dugdu væl at syngja føroyskt.

Dagin eftir vóru tvær skúlakonsertir á skránni. Ein í Hirtshals og ein í Tornby.

Fríggjadagin var frídagur – Dýri Biðidagur – so henda dagin høvdu vit fyri okkum sjálv. Vit upplivdu ymiskt, m.a. Norðsjóðarsentrið, sum er eitt gigastórt akvarium í Hirshals.

Leygardagurin var tann stóri spennandi dagurin. Henda dagin skuldu vit spæla Aalborg Børnekarneval. Eitt rættuliga stórt tiltak, har nógv kend nøvn eisini komu á pallin. Av tí at so nógv var á skránni fingu vit bara 15 minuttir, og leiðararnir avgjørdu tí at vit bara spældu tey trý felagsløgini. Hetta varð væl móttikið og fólkini vóru væl við.
Eftir konsertina leygardagin fóru vit út í eitt uttandura baðiland, Vestre Fjordpark. Tey djørvu troystaðu sær útí, men hjá teimum flestu var tað ov kalt.

Um kvøldið vórðu vit boðin í eitt skótahús, har danskararnir bjóðaðu okkum mat og hugnaliga samveru. Hetta var sera hugnaligt.

Tað var ikki við sørt av sorgblídni (!) at vit søgdu farvæl leygarkvøldið.

Sunnudagin var heimferð. Vit fóru úr summarhúsunum, har vit høvdu búð um morgunin og eftir drúgva ferð lendu vit í Vágum sunnukvøldið.

Ein sera góð og ógloymandi ferð var komin at enda.
Nú gleða vit okkum til næsta ár, tá Horne Skoleorkester væntandi kemur at vitja okkum. Tað hoyra tit meir um til ta tíð.

VH
Løkin Band