Seinastu tíðindi
Valdagur
30. august 2019

Vit hava nú gingið í skúla í tvær vikur og høvdu í dag fyrsta útiskúla dag.

Val er í morgin, og tískil var evnið "Val"

Vit gingu úteftir til Skúlan við Løkin, har barnaval var í bókasavninum við Løkin.

Á veg úteftir hugdu vit eftir teimum mongu val plakatunum sum hanga fram við vegnum.

Eisini vóru børnini sera varhug við orð sum byrja við L ella hava L í sær, tí tað er bókstavurin sum børnini arbeiða við í løtuni.

Á veg úteftir steðgaðu vit eina lítla løtu á spæliplássinum við Bank Nordik og fóru síðan víðari.

Vit steðgaðu eisini við Býráðshúsið, tí har sita eisini fólkavald, sum stýra okkara býi, Runavíkar kommuna.

Í skúlanum við Løkin fóru øll børnini á val. Barna valið gekk út uppá at velja kendar persónar frá barnabókum, sum allir lovaðu eina rúgvu. Longri summarferiu, eitt klemm um dagin, slikk hvønn dag o.s.v.

Okkara fyrsti útiskúli var liðugur og børnini vóru so sera væl nøgd.