Seinastu tíðindi
5.a savnar rusk við skúlan við Løkin...
10. september 2019

Týsdagin 10. september 2019 vóru næmingarnir í 5.a og heintaðu rusk. Tey heintaðu rusk rundan um skúlan við Løkin.
Tey heintaðu upp í 4 sekkir av ruski - alt frá plastikk og glas til sigarettstubbar og snúsposar. Serliga var tað nógv plastikk at finna.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at hesir næmingarnir heinta rusk.
Næmingarnir í 5.a heita á fólk um ikki at blaka órudd í náttúruna. Heldur skulu vit øll minnast til at taka órudd upp, sum vit finna. Um eingin skrellispann er beint har, kanst tú leggja óruddi í lumman til næstu ferð tú sært eina skrellispann.

Soleiðis kunnu vit øll hjálpa til at halda náttúruna reina.