Seinastu tíðindi
Nykurin á Toftavatni
06. september 2019

Fríggjadagin vóru vit ein túr runt Toftavatn, í samband við at vit fara at arbeiða við søgnini um Nykin á Toftavatni.

Vit møttu í Skúlanum við Løkin kl.8:00 og spældu fyrst eina løtu á spæliplássinum. Um 8:30 fóru vit túr runt Toftavatn.

Síðan mentunarvikuna, hava rammur og listaverk verið at sæð runt Toftavatn. Børnini hildu tað vera sera stuttligt at kunna stilla seg aftanfyri rammurnar og líkjast eini mynd.

Komin hálvan vegin runt, tvs. til gøtuna í gongur niðan á Svangaskarð. Settu vit okkum niður og hoyrdu søgnina um Nykin á Toftavatni.

Nykurin var líkur einum hundi, við gyltum hala. Meðan nykurin gongur runt á stovugólvinum, tekur lítla barnið í halan á nykinum og gerst fast. Mamman tekur síðan í barnið, og gerst eisini fast. Fleiri fólk taka síðan í hvørt annað og endin er at ein langur hali av fólki verður drigin við móti Toftavatni.

Maður í er við báti merkir á sær at okkurt er áfat og fer tískil av báti í Rituvík og rennir móti langa halanum av fólki, ið er á veg móti Toftavatni.

Komin heilt nær Toftavatni, nær maðurin at kasta ein bøkk, sum hann hevur rist kross í, móti nykinum og rakar nykin. Nykurin missur tá kraftina og til alla lukku gerast øll leys av nykinum.

Vit fara at arbeiða víðari við søgnini um Nykin á Toftavatni í skúlanum, soleiðis at vit kunnu hava okkurt at vísa fram, tá ið vit seinni í ár fara at bjóða foreldrum og avvarandi til hugnakvøld.