Tíðindi
Tíðindabræv 1. oktober 2019
Vit hava nú verið í forskúlanum í 32 dagar. Vit hava verið inni við Gjónna og vassað í ánni, og vit hava verið í fjøruni. Vit funnu tara, steinar og nógvan sand. Summi hava lært at hoppa band. Vit hava spælt við bamsurnar, vit hava fingið. Tær eru lilla-farvaðar. Vit hava ligið í heingikoyggjuni, og summi av okkum hava telvað. Vit hava spælt spøl. Vit hava spælt við Lego og Plus plus. Vit hava teknað, og onkur hevur spælt við LOL-dukkur. Vit hava verið í fimleikarhøllini í skúlanum. Vit hava spælt gittara, og onkur hevur spælt ukulele. Í morgun vóru vit uppi á og sungu saman við hinum børnunum. Barnaútvarpið var og tók upp. Vit hava sungið um "Tangokettuna." Vit hava eisini sungið "Tá eg havi hug, fari eg í bað," "Vestan fyri Mykines," "Másin sigur pli, pli, pli" og nógvar aðrar sangir.
Vit hava havt tað stuttligt her, og vit spæla úti.
Bestu heilsanir,
Børnini í Niðristovu