Seinastu boð
Samrøðubólkur fyri børn í Glyvra skúla
18. oktober 2023

Glyvra skúli fer aftur í ár at hava samrøðubólkar fyri børn, hvørs foreldur eru skild. Vit kunnu hervið bjóða næmingum í 2. og 3. flokki, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt, eitt forum at tosa saman í.

Bólkurin hittist í forskúlanum á Glyvrum (Uppistovu), hvønn mikudag kl. 11.50 - 13.30, í alt 6 ferð. Pláss verður fyri 6 - 8 børnum í senn, og tað er ókeypis at luttaka. Tilmeldingarfreistin er 1. november. Samrøðubólkarnir byrja mikudagin 15. november (Vika 46)

Sí leinki

Samrøðubólkur fyri næmingar í Glyvra skúla.