Seinastu boð
8. - 10. flokkur (16. - 19. november)
11. november 2021

Góðu næmingar:

Stað

Til royndina er 8. fl. í kantinuni, 9. og 10. fl. eru í Løkshøll. Tey, ið hava enskt á Toftum, skulu til roynd har, bussurin koyrir úr Runavík kl. 9.45.

Teldur

Skúlin hevur teldur til allar næmingar, men næmingar kunnu hava egna teldu við. Næmingurin hevur egna ábyrgd av telduni. Um næmingur velur at hava egna teldu við, má hann taka telduna við í skúla mánadagin 15. nov. So telduvørarnir fáa gjørt telduna klára til royndina.

Góð ráð

Um úrslitini skulu vera góð, mugu tit vera væl svøvnt, mett og væl fyri, meðan royndin er.

Tá tit skulu upp í rokning / stødddfrøði, mugu tit hava tey neyðugu rokniamboðini við tykkum.

Góða linial, vinkulmátara, passara, góðan blýant, teknitríkant, viskileður og roknimaskinu.

Gloymið ikki GULU handbók.