Seinastu tíðindi
Páll gevst
20. desember 2019

Seinasta skúladag áðrenn skúlin fór í jólafrí takkaði Páll Rasmussen fyri seg. Páll hevur arbeitt hjá Runavíkar Kommunu síðani 1996 og byrjaði sum húshúsavørður í skúlunum í 2000. Hann hevur sostatt verið skúlavørður við Løkin síðani hann varð bygdur. Nú fer hann frá vegna aldur.

Skúlastjórin, Durita P. Joensen, bar honum eina heilsan og tøkk fyri tíðina. Páll hevur verið íðin at hildið skúlan í góðum standi, og sjálvt um skúlin er 11 ára gamal sæst mestsum einki slit á honum. Heldur ikki hevur Páll verið bangin fyri at tikið hond í aðrar uppgávur, sum tá okkurt gólv skuldi vaskast. 

Páll helt eisini sjálvur eina takkarrøðu. Hann fortaldi, at nógv var broytt síðani hann byrjaði sum húsavørður. Tá hevði hann 4 skúlar at røkja, skúlan í Søldafirði, á Glyvrum, í Runavík og í Rituvík. Tað var mangan stríggið tá allir skúlarnir skuldu hava jólahald samstundis og stólar skuldu setast upp í øllum skúlunum. Hesin trupulleikin hvarv, tá vit fingu Løkshøll, segði Páll.

Vit í Runavíkar Kommunuskúla vilja takka Pálli so hjartaliga fyri tíðina.