Tíðindi
Jólagudstænasta
20.12.2019
20. desember var seinasti skúladagur áðrenn skúlin fór í jólafrí. Henda dagin er siðvenja at allir næmingar og øll starvsfólk fara í kirkju.
Hetta var sum altíð ein sera hugnalig løta. Sera góður sálmasangur og Meinhard Bjartalíð prestur fortaldi eina halgisøgu um jólaboðskapin.
Børnini í Glyvra skúla sungu eisini tveir sangir fyri okkum. Sera klárt og vakurt sungið við góðum fylgispæli frá Kára og Hans Michael og undir leiðslu av Jannet.
Serliga rørandi var løtan tá vit til endans sungu Gleðilig jól. Tá stóðu øll børnini í 3. flokki á kórsgáttini og sungu sangin á teknmáli.
Eftir gudstænastuna fingu teir eldru næmingarnir karakterbók og so var jólafrí.
Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól. Vit síggjast aftur í skúlanum 6. januar.
23.10.2025
Tolsemisvika í Glyvra skúla
07.10.2025
Rennidagurin framskundaður til mikudagin 8. oktobur
06.10.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar pening inn til Krabbameinsfelagið
24.09.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar inn til Krabbameins-felagið
19.09.2025
4a og 4b selja franskan hotdog fríggjadagin
08.09.2025