Seinastu tíðindi
SSP-politiið á vitjan
24. januar 2020

Á hvørjum ári skipar SSP fyri ymiskum tiltøkum fyri ávísar flokkar. Týsdagin høvdu 1. 6. og 9. flokkarnir vitjan av politinum. 

Í 1.flokki greiddi løgreglan børnunum frá um, hvussu vit ferðast í ferðsluni.

Nøkur eru til gongu, onnur á súkklu og aftur onnur koyra í bili. Vit tosaðu um hvar fólk til gongu eiga at vera. Hvar súkklarar eru og hvar bilar koyra. Tá vit fara yvir um vegin, so hyggja vit til vinstru, til høgru og aftur til vinstru. Tá eingin bilur er ella tá teir eru steðgaðir, so kunnu vit fara uvir um vegin við eitt fótgangarafelt. Til síðst fingu øll børnini í 1.flokki ein hjálm frá Ráðnum fyri ferslutrygd. Ein góður og áhugaverdur tími.

í 6. flokki var evnið Etikkur á netinum og tosað varð um góðan atburð og góðan málburð, tá ið vit ferðast á netinum. Sera viðkomandi evnið fyri næmingar í miðdeildini, sum brúka netið og samskiftismøguleikarnar meir og meir í hesum aldri.   

Í 9. flokki var evnið harðskapur og revsiváttan. Tey vórðu væl kunnað um, hvat harðskapur er. Síðani tosaði hann um, hvat ein revsiváttan er, og hvussu tey ungu skulu bera seg at, so at tey kunnu hava eina reina revsiváttan. Tey ungu høvdu nógvar góðar viðmerkingar og spurningar.  

Alt íalt ein sera áhugaverdur dagur hjá teimum flokkum, sum í ár fingu vitjan av SSP-politistinum.