Tíðindi
Tryggari internetdagur
11.02.2020
11. feb. 2020 er Tryggari internetdagur
At reika á netinum er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá flest øllum, bæði børnum og vaksnum. Hetta setur krøv um skilagóðan atburð, og hvussu tú tryggjar títt privatlív.
Í skúlanum við Løkin hava vit í dag sett fokus á evnið við framløgum í Løkshøll. Endamálið við degnum er at menna hugburð og atburð hjá børnum og ungu á teimum sosialar miðlunum.
Tað var næmingaráðið saman við AKT, sum skipaði fyri. Næmingaráðið greiddi frá um sosialar miðlar, um happing á netinum og um at senda og deila myndir og filmsbrot. Til seinast komu tey við góðum ráðum til næmingarnar um góðan atburð á netinum.
27.10.2025
Takk
27.10.2025
Trivnaðarátøk í skúlanum við Løkin
23.10.2025
Tolsemisvika í Glyvra skúla
07.10.2025
Rennidagurin framskundaður til mikudagin 8. oktobur
06.10.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar pening inn til Krabbameinsfelagið
24.09.2025