Tíðindi

Pipput tíðindi

17.03.2020

Grækarismessumorgun blivu vit heilsaði so vakurt “góðan morgun” av einum páskagulum høsnarunga. Endiliga høvdu eggini ligið í klekjumaskinuni í tríggjar vikur, og fyrsti ungin vísti seg. Flest allir næmingar á skúlanum fingu nokk heilsað uppá okkara nýggjasta lim í skúlafamiljuni, og vit høvdu eisini vónir um, at fleiri slíkir brutu út úr eggunum skjótt, so vit eisini kundu heilsa uppá teir. Eftir skúlatíð hósdagin, á grækarismessu, komu fleiri ungar, tríggir. Fríggjamorgunin vóru longu 7 ungar komnir út, og til alla lukku teljast teir nú 10. Sum vit onnur eru teir eisini farnir í karantenu, nakrir eru í Saltangará og aðrir á Skála. 

Skjótt gongur, og longu 12 tímar gamlir bar til at síggja spor av fjaðrum á veingjunum. Nú, eina lítla viku seinni, er stórur partur av veingjunum fjaðrar heldur enn dún. Fittir eru teir, kvikir og rættiliga mjúkir enn. Teir sleppa kanska meir enn høsnarungar flest, og í kvøld halda teir seg vera á telduskeiði.

 

Eitt egg er brostið fyri nev Eitt egg er brostið fyri nev Eitt egg er brostið fyri nev Eitt egg er brostið fyri nev Eitt egg er brostið fyri nev Eitt egg er brostið fyri nev Eitt egg er brostið fyri nev Eitt egg er brostið fyri nev Eitt egg er brostið fyri nev Eitt egg er brostið fyri nev Eitt egg er brostið fyri nev
Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur