Seinastu tíðindi
Undirvísingin hjá 4. - 10. flokki tíðarskeiðið 20.apríl til 1.mai 2020
17. apríl 2020

Góðu foreldur og næmingar í 4. – 10. flokki. (English version below)

Fyrst vilja vit takka fyri íkast tykkara til undirvísingina seinastu tríggjar vikurnar undan páskum. Hetta hevur verið ein undarlig tíð hjá okkum øllum, sum krevur tolsemi og gott samstarv.

Komandi tíðina fara 4. - 10. flokkur at halda fram við fjarundirvísing. Sum nakað nýtt skulu næmingarnir nú hvønn skúladag taka ímóti frálæru á netinum.  Til netfundirnar hava næmingarnir møtiskyldu. Skúlin hevur ábyrgd av at skipa undirvísingina, og heimið hevur ábyrgd av, at næmingurin fylgir undirvísingini og møtir til nettímarnar.

Arbeiðssetningurin hjá næmingunum í 4. – 6. flokki verður komandi tvær vikurnar á uml. 2 tímar dagliga. Hjá næmingunum í 7. – 10. flokki verður arbeiðssetningurin á uml. 3 tímar dagliga. Næmingarnir fara í hesum sambandi at hava eina tillagaða tímatalvu, sum sæst inni á heimasetninginum hjá flokkunum.

Ymiskt er, nær á degnum flokkarnir skipa sína netundirvísing.

Tit kunnu vænta, at tímatalvan verður tillagað og broytt eitt sindur eftir 1.mai 2020. Kunnað verður um hetta á heimasíðuni.

Roknast kann við ymiskum tekniskum avbjóðingum fyrstu dagarnar, tí skipanin er nýggj fyri fleiri lærarar og næmingar. Um tit hava tekniskar trupulleikar heima, mugu tit gera vart við hetta hjá flokslæraranum. Flokslærarin kann síðani sjálvur hjálpa, ella syrgja fyri, at tit fáa hjálp frá onkrum teldukønum.

Tó kann gerast trupult at nøkta tørvin á hjálp fyrstu dagarnar. Hetta er alt eitt sindur nýtt fyri okkum og kann tí kennast ørkymlandi fyrstu vikuna. Men vit vænta og vóna, at hetta kemur at virka væl, tá vit øll eru komin á lagi.

Allar royndir og próvtøkur eru avlýstar í ár, og landsroyndirnar eru útsettar til í heyst. Hildið verður fram við fjarundirvísing til summarfrítíðina, um ikki onnur boð koma frá myndugleikunum. Ársmet verða givin viðkomandi næmingum seinastu vikuna áðrenn summarfrítíðina. Hjá 9. og 10. flokki verða hesi ársmet eisini ásett at verða próvtøkumet í ár.

Vónandi fara vit framhaldandi at samstarva væl hetta avbjóðandi tíðarskeiðið, so undirvísingin fer at virka væl, og næmingarnir framhaldandi fara at læra og mennast.

Vinarliga

Vegna

Runavíkar kommunuskúla

Durita Joensen

 

 

Teaching for 4th-10th grade from the 20th of april untill 1st of May 2020.

 

Dear Parents and pupils.

First of all we would like to thank you all for your contribution to making the past weeks as positive an experience as possible.

The next two weeks we will continue to teach online. All students will receive teaching every day. These online sessions are compulsory for the respective students.

There will be an alternative schedule on the ‘heimasetningur’ for every class, and the online sessions will vary during the days and weeks.

This arrangement will continue until the 1st of May.

There will perhaps be different technical challenges the first day of this period. If so, you are welcome to contact the class teacher.

All the exams and are canceled and the ‘landsroyndir’ are postponed to after the summer break. The teachers will give an annual mark for each subject.  This mark will at the same time be the final mark for 9th and 10th grade.

Hopefully this we will make this system work and it will contribute the progress of the students.

 

On behalf of Runavíkar kommunuskúli

Durita Joensen