Seinastu tíðindi
Nú byrja vit øll aftur í skúlanum.
15. mai 2020

Mánamorgunin byrja vit aftur, og verður skúladagurin hjá teimum flestu so gott sum vanligur.

Hvar hvør flokkur gongur inn í skúlan við Løkin sæst á myndini niðanfyri. Á Glyvrum fara vit at ganga inn, sum vit plagdu at gera.

 

 

Fyri at byrgja fyri eini møguligari smittuspjaðing fara vit ikki at nýta felagshøli, so sum tónleikastovurnar, smíðstovuna, kantinuna, bókasavnið, hallirnar o.s.fr.

Heldur ikki fara vit at stúgva børnini saman til morgunsang. Til fríløturnar hava vit býtt skúlaøkið í trý, so at samlaða talið á børnum er niðanfyri 100.

Annars fara vit at halda fram við at fylgja tilmælunum um handreinføri og spritting. Eisini er enn galdandi, at børn og vaksin, sum hava sjúkyeyðkenni skulu halda seg heima, til staðfest er, um talan er um Korona.

Busskoyring

Hóast krøvini um busskoyring eru linkað, fer hetta at ávirka okkum í skúlanum nakað. Nú bussarnir bert kunnu taka 22 børn, fer bussurin , ið koyrir av Skipanesi, bert at taka børnini á Skipanesi, Sørdarfirði og Lamba við. Hin bussurin tekur bert børnini úr Rituvík og Æðuvik.

Fyri at tað skal bera til hjá teimum, ið hava størsta tørvin á busskoyring at sleppa við, fara vit at heita á tykkum foreldur í mestan mun framhaldandi at skipa fyri egnum flutningi í og úr skúlanum.

At bussarnir bert taka 22 næmingar, er eisini galdandi fyri bussarnar hjá Bygdaleiðum, ið koyra av Skála. Tí fara vit eisini at heita á tykkum um at samskipa koyring so væl, tað letur seg gera.  

 

Vinaliga leiðslan