Tíðindi
Prógvhandan
02.06.2022
Prógvhandan hjá 10. flokki, og teimum í 9. flokki, sum gevast í skúlanum, verður í Løkshøll fríggjadagin 17. juni.
- kl. 15.00 - 16.00 myndatøka fyri 9. flokk
- kl. 16.00 - 17.00 fráfaringarløta fyri 9. flokk
- kl. 16.30 - 17.30 myndatøka fyri 10. flokk
- kl. 17.30 - 18.30 fráfaringarløta fyri 10. flokk
Møtið í góðari tíð.