Seinastu tíðindi
Upplivingardagarnir 11. og 12. juni 2020
13. juni 2020

Hósdagin 11. juni gingu 8. og 9.flokkarnir saman við lærarum eftir bygdagøtuni úr Norðagøtu til Leirvíkar.

Okkara egnu bussar við Jóhan Sigurd og Paula koyrdu tey til Norðagøtu, har farið var eftir gomlu bygdagøtuni til Leirvíkar. Hetta er ein góður túrur, og hóast nakað bratt er í støðum, er gøtan góð at ganga á. Nøkur heilt fá hættaðu sær ikki at ganga uppum, tey gingu ístaðin eftir gamla Leirvíksvegnum saman við einum lærara. Hetta er ein sera lættur túrur við vøkrum útsýni.

Framkomin í øllum góðum høvdu næmingarnir høvi at keypa sær burgara og kips í Bovlinghøllini.

Dagin eftir, fríggjadagin 12. juni, varð gingið ein søguligan túr út á Nes at vitja kanónina, kirkjuna og prestagarðin.

Gingið var eftir gøtuni fram við Toftavatni, upp um Svangaskarð og út á Nes eftir vegnum, har Alfred Olsen segði frá um 2.heimsbardaga, kanóna og sítt arbeiði við at seta hana í upprunastand.
Í kirkjuni tók okkara egni Ólavur Magnussen ímóti okkum. Byrjað var við at syngja “Faðir fylg mær henda dag”, og síðan segði hann frá um kirkjuna, um lutir í kirkjuni og um hvønn týdning, kirkjan hevur havt.
Í prestagarðinum greiddu Josefina Jacobsen og Theodor Poulsen frá um upprunan til prestagarðin og um ymist, sum var inni í prestagarðinum.

Veðrið var til vildar báðar dagarnar, og vit kunnu gleðast um at hava hesar møguleikarnar. Næmingarnir fóru í vikuskifti við góðum minnum um 2 heldur øðrvísi skúladagar, sum tey vónandi fara at minnast afturá við gleði.

Rakul, sum er næmingur í 9.b, hevur tikið myndirnar.