Seinastu tíðindi
Summardagar á Glyvrum
19. juni 2020

Síðsta vikan í skúlanum á Glyvrum, hevur aftur í ár verið skipa sum summardagar.

Mánadagin hevði 2. flokkur skipa fyri postum runt um skúlan. Næmingarnir fóru síðan floksvís á ymisku postarnar, har lærarar greiddu frá hvat tey skuldu gera. Fótbóltur, hoppa band, ganga styltur, skjóta elastik og mangt annað vóru millum postarnar.

Týsdagin skipaði forskúlin fyri hugnaløtu yviri í teirra skúlagarði norðanfyri skúlan. Hans Michael og Kári høvdu valt nakrar sangir, sum vit síðan sungu. Eftir eitt fríkorter bleiv grillin tendra, soleiðis at næmingar og lærarar kundu fáa franskan hotdog.

Mikudagin stóð 1.flokkur fyri útferð. Túrurin gekk inn á Syðrugøtu sand. Pauli og John Sigurd koyrdu børnini inn á Gøtueið. Síðan gingu vit eftir innangarðsvegnum í Syðrugøtu oman í bygdina og oman á sandin. Børnini hugnaðu sær við at vassa, fanga síl, eta og byggja sand slott. Síðstu løtuna fóru vit ein túr niðan á spæliplássið omanfyri sandin.

Hósdagin hevur 3. flokkur skipað fyri djóra- og hjóldegi. Hetta er fastur táttur. Næmingarnir í 3. flokkunum fáa loyvi at hava djór við heimani frá og síðan kunnu hinir næmingarnir í skúlanum sleppa at ganga og hyggja at, og møguliga nema við djórini. Meðan helvtin av skúlanum vitjar djórini er hin helvtin uppi á ovara vølli og hevur hjól dag. Allir næmingar kunnu hava hjól leiku við í skúla, tó er ikki loyvt at súkkla.

Myndir frá døgunum kunnu síggjast her:

Myndasavn mánadag

Myndasavn týsdag

Myndasavn mikudag

Myndasavn hósdag