Seinastu tíðindi
Forskúlin byrjar 18. august 2020
14. august 2020

Góðu foreldur,

Týsdagin 18. mars byrja skúlarnir og harvið eisini forskúlin Brúgvin á Glyvrum aftur. Nú, ið koronafarsóttin tíverri aftur er farin at gera um seg í landinum, fara vit at byrja forskúlaárið eitt sindur øðrvísi enn undanfarnu ár, og skipa skúlabyrjanina eftir heilsufrøðiligu tilmælunum so frægt, sum til ber, við frástøðu, reinføri o.ø.

Børnini í Niðristovu møta týsdagin kl. 11.00, og tey ganga inn gjøgnum høvuðsdyrnar sunnanfyri, har stóri skúlagarðurin er. Børnini í Uppistovu møta kl. 12.00 og ganga inn gjøgnum norðaru inngongdina úr garðinum aftanfyri forskúlan. Gingið verður framvið Sernámi.

Børnini eru mong í tali, og fyri at fylgja tilmælunum so væl sum gjørligt, ynskja vit, at bert eitt foreldur fylgir barni sínum henda fyrsta dagin, og systkin kunnu ikki koma við. Niðristova og Uppistova verða hvør sær ta fyrstu tíðina í forskúlaárinum.

Børn og foreldur verða biðin at spritta hendurnar, tá ið tey koma innum, og hetta – umframt at vaska sær um hendurnar - verður eisini mannagongdin ta fyrstu tíðina, til onnur boð verða givin. Vit hava sprittdunkar í forskúlanum.

Vit bjóða ikki kaffi og køkur, sum vit annars plaga at gera, men børnini fáa eitt sunkist og eitt Twix í part. Týsdagin vitja børnini bert skúlan okkurt um hálvan tíma. Frá mikudegnum lata vit upp kl. 7.30, og foreldrini kunnu fylgja barninum til dyrnar, men ikki koma innum. Vit skulu taka væl ímóti teimum. Vit enda forskúladagin kl. 11.40 vanligar dagar.

Eru foreldur ella børn, ið júst hava verið uttanlands, skulu tey ikki møta týsdagin, og skulu ikki møta í forskúla, fyrr enn tey hava kannað seg fyri koronu og fingið negativt svar. Sambært corona.fo verður mælt til, at ferðandi lata seg kanna aftur seks dagar eftir komu til Føroya. Í tíðini millum fyrstu og aðru kanning eiga ferðandi at vísa serligt varsemi. 

Tey børn, ið hava sjúkueyðkenni av nøkrum slag, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu ikki møta í forskúla. Verið vinaliga serliga varin við hesum, meðan korona-smittan gongur. Eru børn partur av einum húski, ið er í sóttarhaldi, skulu tey ikki møta í forskúlanum.

Vit gleða okkum at síggja øll børn og eitt av foreldrum teirra týsdagin!

Bestu heilsanir,

Starvsfólkini á Brúnni

---

A brief summary in English:

Dear parents,

The preschool Brúgvin at Glyvrar starts again on Tuesday 18th of August. Due to the present Coronavirus situation the beginning of the preschool year will be somewhat different than it usually is.

Niðristova meets at eleven o'clock. The entrance is the main entrance facing south. Uppistova meets at twelve o'clock. The entrance is through the door facing north at the back of the preschool, passing Sernám. The visits will last approximately half an hour for each class.

One of the child's parents are allowed to follow their child to preschool this first day. If the child or the parent has been abroad recently they cannot come to school until the parent gets negative test results after the first day of arrival to the Faroe Islands. According to recommendations by the Faroese health authorities all travellers should furthermore get a follow-up test six days after arrival. Before receiving the second test result, travellers should be particularly careful and the public health guidelines must be followed very carefully.

If the child has any signs of illness, even mild signs, it cannot come to school. If the child is part of a household which is in quarantine it is not allowed to come to school.

We look forward to seeing you on Tuesday!

Sincerely,

The staff at Brúgvin, Glyvrar