Tíðindi
Byrjanin 18. august broytt
Góðu foreldur og avvarðandi.
Í gjár fekk skúlin eitt nýtt tilmæli frá Undirvísingarstýrinumm, sum loyvir, at foreldur eru við fyrsta skúladag, um so er, at vit fyriskipa løtuna á koronatryggan hátt.
Vit fara at broyta okkara avgerð soleiðis, at bæði foreldrini kunnu koma við. Fyri at fáa pláss fyri báðum foreldrunum, og fyri at halda tilmælini sum best, fara vit at flyta móttøkuløtuna úr forskúlanum og upp í 'morgunsangsgongina' í skúlanum.
Tað vil siga, at í morgin møta tit uppi í skúlagongini. Tá ið vit hava verið har eina løtu, fara børnini oman í forskúlan saman við starvsfólkunum.
Ímeðan børnini eru í forskúlanum, 'sleppa' nøkur foreldur í senn oman at taka eina mynd, áðrenn tey fara út í garðin at bíða eftir børnunum.
Av tí at næsti bólkur møtir ein tíma seinni, varir løtan okkurt um trý korter.
Vónandi fáa børn og vaksin ein góðan dag í morgin.
Vinaliga Hans Michael í MIttúni, forskúlaleiðari, 23 71 33