Tíðindi

Tíðindabræv 31. august 2020

28.08.2020

Her kemur ársins fyrsta tíðindabræv, og tað eru børnini í Niðristovu, ið skriva:

Nú hava vit gingið í forskúla í tvær vikur. Tað er stuttligt at vera her, og tað er deiligt at síggja vinirnar aftur. Vit hava teknað, lisið søgur, spælt double og spælt við plus-plus.

Vit hava verið úti, og vit hava gingið túr. Mikudagin í síðstu viku vóru vit á sandinum niðri á Bakka og vassaðu í sjónum. Onkur royndi at fanga ein krabba, men hann rann avstað. Vit funnu ein gággukrabba og løgdu hann í eina spann. Tað var ein lítil krabbi, og hann var inni í einari lítlari gágguskel. Vit fangaðu eisini tveir pinkalítlar fiskar við glúpi, og vit hentaðu gággur og fliður. Vit sóu pinkalítlar skrubbur. Tær fóru skjótt vekk, og goymdu seg undir sandinum. Vit hava bygt eitt torn og eitt hús við klossum.

Tá ið vit hava verið úti, hava vit spælt nógv spøl. Vit hava rutsjað, meldað kríggj, reiggjað og spælt mindcraft. Vit hugsaðu um tað.

Vit hava hoyrt ævintýrið "Teir tríggir silvurmyntirnir." Ævintýrið er úr Tibet, og tað er um ein fisk, eina kettu, ein hund og um drongin Jinpa, og um kongin, ið stjól gandastavin frá Jinpa.

Vit hava fingið hvør sína bamsu. Tær eru komnar úr einum landi, sum eitur Australia. Vit hava bamsurnar í okkara egna kassa, og vit kunnu spæla við tær og klemma tær. Um onkur hevur gjørt okkurt við teg, so kunnu vit taka tær og klemma tær.

Vit hava lært fleiri sangir. Til dømis "Tá eg havi hug, fari eg í bað," "Høvd, akslar, knø og tær," og vit hava sungið um súluna. Ungin hjá einari súlu eitur ompil.

Vit hava eisini gjørt ein sang sjálvi.

Bestu heilsanir,

Børnini í Niðristovu

 

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur