Tíðindi

Tíðindabræv 18. sept. 2020

18.09.2020

Í Uppistovu ganga 23 børn. Nú hava vit longu gingið í forskúla í ein mánaða. Fyrstu tíðina hava vit gjørt nógv við, at koma at kenna hvønn annan og at samansjóða barnabólkin.

Vit hava spælt nógv ymiskt, bæði inni og úti. Inni spæla vit borðspøl, teknað, byggja lego og plus-plus, spæla við dukkur og bilar o.a. Úti spæla vit í skúlagarðinum, klatra og renna, reiggja, hoppa band, spæla bólt o.a.

Vit hava verið yviri á brúnni á Glyvrum og tikið felagsmynd.

Hvønn morgun hava vit sangløtu. Vit hava longu lært fleiri sangir: “Hey, góðan dag”, “Vestan fyri Mykines”, “Heystið tað er júst nú komið”, “Tá eg havi hug, fari eg í bað” og aðrar.

Bæði í rokning og í føroyskum arbeiða vit við undanførleikum hjá børnunum. Tey vaksnu ynskja at geva børnunum “knagar at heingja sína vitan á”, tá ið tey byrja í 1. flokki.. Í føroyskum brúka vit tilfarið, sum eitur “Málspøl – leikur og læra”.

Endamálið við málspølunum er, at menna málsliga medvitið hjá børnunum gjøgnum spæl. At vekja áhugan, forvitni og hugin hjá børnunum at læra. At børnini koma at kenna samanhangin millum talu- og skriftmál. At børnini læra, at lesa er at skilja, og at skriva er ein háttur at greiða frá. At skapa eitt stuðlandi umhvørvi, har spæligleðin er við.

Málspølini eru skipað í 6 partar:

  1. Lurtispøl
  2. Rímspøl
  3. Orð og setningar
  4. Stavilsi
  5. Forljóð/byrjunarljóð
  6. Ljóðeindir                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                    Í føroyskt-arbeiðsløtunum hava vit spælt fleiri lurtispøl. Vit venja oyruni á ymiskan hátt, gjøgnum spæl. Ordiliga stuttligt. Nú eru vit eisini byrja at spæla rímspøl. Børnini eru sera røsk.

Í samband við átakið “Rudda Føroyar” hava vit í dag tosað um rusk í náttúruni. Síðani fóru vit út at rudda rusk rundanum Glyvra skúla. Vit savnaðu rusk upp í fleiri posar.

Bestu heilsanir,

Vit í Uppistovu.

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur