Tíðindi
Árligi rennidagurin
09.10.2020
Í góðveðrinum fríggjadagin 9. oktober 2020 fóru allir næmingar í Runavíkar kommunuskúla út at renna. Árligi rennidagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum byrjaði í 80'unum, og hevur verið hildin hvørt ár síðani.
Í Runavíkar kommunuskúla hevur verið siður at hava henda dagin senasta dagin undan heystfrítíðini.
Í dag var veðrið sera gott. Ikki ein ond, klárt í veðrinum hóast tað var eitt sindur kalt. Men hetta eru góð rennilíkindi.
Við hesum myndunum fara vit at ynskja næmingum og lærarum eina góða heystferiu.
Vit møta aftur mánamorgunin 19. oktober vanliga tíð.
27.10.2025
Takk
27.10.2025
Trivnaðarátøk í skúlanum við Løkin
23.10.2025
Tolsemisvika í Glyvra skúla
07.10.2025
Rennidagurin framskundaður til mikudagin 8. oktobur
06.10.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar pening inn til Krabbameinsfelagið
24.09.2025