Tíðindi

Helgi Dam Ziska vitjaði á Glyvrum

08.03.2021

Mikudagin 3. mars var Helgi Dam Ziska, stórmeistari í talvi, og vitjaði børnini, ið ganga til telving fyri børn í Glyvra skúla. Børnini vóru spent, og høvdu fyrireikað seg væl. Bæði við at telva nógv í barnatelvingini og við hús, og við at loysa uppgávur í bókini "Kom og telva," ið Helgi sjálvur hevur skrivað. Mikudagin áðrenn Helgi kom at vitja, loystu børnini uppgávur inni á telduforritinum Lichess.org, har øll sótu við hvør sínari teldu í teldustovuni í skúlanum. Telduforritið, ið er ókeypis og uttan lýsingar, finst á føroyskum máli. 

Helgi vísti myndir frá talvlívi sínum og greiddi fyrst frá, hvussu hann fekk áhuga fyri talvi sum smádrongur, og hvørjum hann hevði telvað ímóti seinastu árini á leiðini at gerast stórmeistari. Hann hevur m.a. telvað móti fyrrverandi heimsmeistarunum Veselin Topalov og Anatoly Karpov og fleiri øðrum heimskendum telvarum. Aftaná at hava víst okkum myndir, gav Helgi øllum nøkur góð ráð í sambandi við at byrja talvið. Til dømis at flyta eina miðfinnu út fyrst, fáa riddarar og bispar út og at leypa í borg tíðliga í talvinum.

Síðani varð farið undir eitt sonevnt fjøltalv, har Helgi telvaði móti øllum børnunum, ið vóru møtt. Fleiri foreldur, onkrar ommur og onkur abbi fylgdu eisini væl við. 28 børn fingu høvi at telva móti Helga. Okkara telvarar telvaðu við hvítum, og áttu sostatt fyrsta leik. Helgi flutti síni talvfólk og gekk frá einum borði til tað næsta, inntil øll talvini vóru liðug. At telva móti 28 í senn er ikki bara sum at siga tað, men Helgi vann kortini øll talvini. Tað var kanska ikki heilt óvæntað, tí hann er framvegis besti telvari í Føroyum. 

Aftaná telvingina skrivaði Helgi øllum børnunum autografar, og onkur mynd varð tikin. Vit vóru fegin um løtuna og vóna, at Helgi kemur aftur at vitja komandi ár. 

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur