Tíðindi
Tíðindabræv 27. mai 2021
Í gjár tóku vit myndir á forskúlabrúnni á Glyvrum. Vit spældu alt møguligt, vassaðu og royndu at gera ein gummibát. Vit spældu undir brúnni, tætt við brúnna, og vit blakaðu steinar í vatnið. Onkur spældi undir brúnni og samlaði rusk, onkur spældi langt uppi í grasinum, og vit hentaðu eisini blómur.
Vit hava hoyrt søgu. Beint nú hoyra vit um Hodja úr Pjort. Í gjár sungu vit ein sang hjá Bob Dylan, tí at hann fylti 80 ár fyri trimum døgum síðani. Vit hava dansað "Sasha, sasha."
Onkuntíð hava vit lisið og lært bókstavir. Vit hava lært um sagnorð. T.d. at mann kann klippa, gippa, perla, saksa, koyra, tekna, skalla, finta, ríða, súkkla, hoppa, bróta, klintra, gera, eta, heingja, glíða, drekka, negla, dansa, spæla, sparka og mála.
Týsdagin hugdu vit eftir einum slag av sirkus í fimleikarhøllini. Sirkusið æt "Melodiskir lutir." Fólkini vóru úr Amerika, Svøríki og Finnlandi. Tað var gott, og tey dugdu væl.
Vit hava eisini verið í fimleikarhøllini og spælt speglapikk, hávapikk og stikkbólt. Vit hava jarðað ein fugl, vit hava verið túr, og vit hava funnið eina rottu. Vit koyrdu hana til ein granskara. Hann fer at kanna hana, og hann var glaður um at fáa hana, tí hann manglaði eina rottu av Glyvrum.
Vit hava skrivað nakrar vársøgur, og gjørt eina várbók.
Bestu heilsanir og gott vikuskifti!
Børnini í Niðristovu