Seinastu tíðindi
Summardagar á Glyvrum 2021 - Mikudagur - Djóra- og hjól dagur
16. juni 2021

Í dag, mikudag, skipaði 3. flokkur fyri afturvendandi djóra og hjóldegnum.

Allir næmingar hava loyvið til at hava hjól leiku við í skúla, undantikið súkklu, meðan 3. flokkur harumframt eisini hevur loyvið til at hava síni kelidjór við í skúla.

Hundar, kettur, hamstrarar, hønur, kaninir, fiskar, állar, kombik...skúlagarðurin var fullur av ymisku djórunum børnini eiga. Børn, foreldur, ommur og abbar hjá børnum hjálptu næmingunum at halda skil á teirra djórum, so tað var stuttligt at ganga runt í garðinum.

Parkeringsplássið hjá lærarunum og foreldrum bleiv stongt kl.9 og fram til kl.11 vóru tað børnini sum áttu parkeringsplássið til at rulluskoyta, løbehjula og skateboarda. Kappingar og hugni.

Av tí at veðrið var heldur ivasamt, so bleiv fimleikahøllin latin uppa og ymiskar breytir gjørdar, har børnini kundu hugna sær tær løturnar tað regnaði.

Eitt sera væl eydna tiltak.

Myndir frá degnum síggjast her.