Seinastu tíðindi
Tilboð um samtalutímar
08. september 2021

Skúlaárið 2021/22 kemur Runavíkar kommunuskúli at veita næmingum tilboð um samtalutímar. Tað er Gunnleyg í Garðamørk, útbúgvin psykoterapeutur, sum kemur at bjóða næmingunum samtalutímarnar. Samtalutímar standa næmingum frá 7. flokki til og við næmingum í 10. flokki í boði. 

Gunnleyg er stuðul í skúlanum við Løkin og kemur í sínum starvi í samband við flest allar næmingar skúlans. Gunnleyg er ofta tøk hjá lærarum og næmingum at heita á. Um ynski er at fáa samtalutíð hjá Gunnleyg, verður tað gjørt í samstarvi millum næming, flokslærara, foreldur og skúlaleiðslu. Eingin samtalutími verður uttan foreldranna loyvi.  

Leiðslan