Tíðindi
Tíðindabræv 29. oktober
Vit hava longu gingið á Brúnni í meira enn tveir mðr. og tíðin hevur gingið sera skjótt. Vit hava lært nógvar sangir, skjaldur og sálmar. Vit hava m.a. lært Vov-vov, Eyga, oyra, fótur, Kráka sigur við krabba og eina rúgvu afturat. Vit spæla nógv - bæði úti og inni. Tá ið vit eru úti, spæla vit í stóra og lítla garði. Vit klintra, rutsja, hoppa band, spæla bólt o.a. Inni spæla vit við Barbie, spælimat, plus-plus, og eisini dámar okkum væl at telva, tekna, lurta eftir søgu og gera ymiskt kreativt. Ein dagin perlaðu vit snurritoppar og ein annan dagin heintaðu vit bløð, sum vit síðani turkaðu og brúktu, tá ið vit skuldu gera eina uglu. Mikudagar eru vit í høllini og tá spæla vit ymisk spøl sum t.d. hávurin kemur, stikkbólt og so gera vit ymiskar venjingar.Tá ið vit hava arbeiðsløtur arbeiða vit við tal- og málfatan. Vit arbeiða í bókunum Stuttlig tøl og Roking 1.a og eisini spæla vit nógv við ljóð og rím.
Heilsan børnini í Niðristovu