Tíðindi
9. og 10. flokkur (1. - 4. mars)
22.02.2022
Góðu næmingar
Stað
Til royndina eru 9. og 10. fl. í Løkshøll og kantinuni. Tey, ið hava enskt á Toftum, skulu til roynd har, bussurin koyrir úr Runavík kl. 9.45.
Teldur
Skúlin hevur teldur til allar næmingar, men næmingar kunnu hava egna teldu við. Næmingurin hevur egna ábyrgd av telduni. Um næmingur velur at hava egna teldu við, má hann taka telduna við í skúla mánadagin 28. februar. So telduvørarnir fáa gjørt telduna klára til royndina.
Góð ráð
Um úrslitini skulu vera góð, mugu tit vera væl svøvnt, mett og væl fyri, meðan royndin er.
Tá tit skulu upp í rokning / stødddfrøði, mugu tit hava tey neyðugu rokniamboðini við tykkum.
Góða linial, vinkulmátara, passara, góðan blýant, teknitríkant, viskileður og roknimaskinu.
Gloymið ikki GULU handbók.
27.10.2025
Takk
27.10.2025
Trivnaðarátøk í skúlanum við Løkin
23.10.2025
Tolsemisvika í Glyvra skúla
07.10.2025
Rennidagurin framskundaður til mikudagin 8. oktobur
06.10.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar pening inn til Krabbameinsfelagið
24.09.2025
