Seinastu boð
Kunning um várveitsluna 3. mai
28. apríl 2022

Várið er komið og við várinum kemur eisini árliga várveitslan, sum næmingarnir síggja fram til.

Várveitslan er veitslan, sum skúlin skipar fyri á hvørjum ári fyri næmingar í framhaldsdeildini. Tað er 10. flokkur saman  við flokslæraranum, sum eru høvuðsfyriskiparar og standa fyri. Viðurskiftini rundan um veitsluna eru sera væl skipað, og lærarar eru alla tíðina til staðar. Veitslan er bæði royk- og rúsfrí. Løkshøll er karmur um várveitsluna, sum plagar at vera sera hugnalig. 10. flokkur velur tema fyri kvøldið, og vanliga eru allir næmingar eisini í fínasta stási til høvið. Kvøldið byrjar við myndatøku av vakurt pyntaðu ungfólkunum, og síðani verður borðhald við døgurða. Næmingarnir sita saman við flokki sínum við long borð. Undir borðhaldsinum skipar 10. flokkur fyri umiskum undirhaldi og tónleikainnsløgum. Aftaná borðhaldið verður dansur og hugni.

Í ár verður várveitslan týskvøldið 3. mai. Veitslan byrjar kl. 18.00 og endar kl. 23.30. Bussar verða bílagdir at koyra næmingarnar heim, tá ið veitslan er liðug. Veitslan kostar 150 kr., og við í prísinum er matur og ein sodavatn. Til ber at keypa meir sodavatn í veitsluni.

Tilmelding og gjalding verður fríggjadagin 29. apríl í kantinuni. Gjaldast skal kontant. Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld.

Mikudagin 4. mai er skúladagur sum vant.