Tíðindi
Upplivingarbreyt á ferð 06.05.’22
10.05.2022
Fríggjadag er upplivingarbreyt á skrá hjá 10.fl.
Hesaferð fóru vit á útoyggj. Ein túr á deiligu Kalsoynna at ganga út á Kallin og at heilsa upp á kópakonuna. Afturat tí hoyrir til, at møta upp í góðari tíð, fyri at tryggja sær bilpláss við SAM. Og hartil eisini alt tað deiliga bygdasliga, sum Kalsoyggin hevur at bjóða, so sum fittir kálvar og hønur, hugnalig summarhús og so lítlu sjarmerandi kioskina. Dagurin bjóðaði upp á gott føroyskt veður, raskir næmingar, stuttleika, vakurleika, samanhald og góðar upplivingar.
Lærararnir takka fyri ein framúr dag.
27.10.2025
Takk
27.10.2025
Trivnaðarátøk í skúlanum við Løkin
23.10.2025
Tolsemisvika í Glyvra skúla
07.10.2025
Rennidagurin framskundaður til mikudagin 8. oktobur
06.10.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar pening inn til Krabbameinsfelagið
24.09.2025