Seinastu tíðindi
Hagatúrur við dreingjunum í 3.flokki
23. mai 2022

Í morgun vóru dreingirnir í 3.flokki ein hagatúr. Veðrið var av tí besta og hugurin at ganga var góður. 

Vit vónaðu at síggja nøkur reiður, umframt at vit fóru at eta matpakkan í haganum.

Omanfyri hegnið eru nakrir stórir steinar, sum beinanvegin fingu uppmerksemi hjá dreingjunum. Vit spældu eina góða løtu rundan um stóru steinarnar.

Síðan víðari niðan á Hjallabrúnna, har nógv likka hevur reiður.

Ikki gekk leingi, so kom róp í, tí nú høvdu teir funnið eitt reiður, og tað næsta og tað næsta.

Vit mundu síggja eini 10 reiður innanfyri 200 metrar. Stuttligt at síggja hvussu spentir og spennandi tað var hjá dreingjunum.

Komnir út til Lítlu gjógv settu vit okkum niður at eta matpakkan og spældu við lítla hylin ið er stoyptur har.

Hálvur annar tími gongur skjótt, so eftir at hava etið og spælt við Lítlu gjógv gekk leiðin omanaftur í skúlan á Glyvrum.

Ein væl eydnaður ítróttartími av komin at enda.

Fleiri myndir síggjast her.