Seinastu tíðindi
Fríggjadagur - Bingo og matarborð
17. juni 2022

Í skipaði 1. flokkur fyri degnum.

Ætlanin var at fara ein túr í hagan, men tíverri gjørdist veðrið keðiligt og tískil máttu lærararnir í 1.flokki gera ein plan B.

Plan B bleiv at vit gjørdu ein bingo og matarborð dag. 

Øll møttust til morgunsang, síðan fóru vit øll oman í fimleikahøllina at spæla bingo. Spenningurin var í hæddini og børnini hugnaðu sær meðan tølini blivu lisin upp. Tað hoyrdist í høllini, tá okkurt barn byrjaði at nærkast at fáa bingo. Prátið byrjaði at blíva harðari, og tá so onkur fekk bingo blivu fleiri skuffaði, meðan vinnarin kundi gleðast um at hava vunnið eitt sunkist.

Kl.10:30 varð borðið dekka við góðum morgunmati. Breyð, pálegg og frukt høvdu børnini tikið við í skúla og síðan settu vit alt á borðið.

Aftur ein góður dagur farin afturum og nú er vikuskifti. Gott vikuskifti og vit telja niður til summarferiu.

Tveir dagar eftir :)

Myndir frá degnum síggjast her