Seinastu tíðindi
Mánadagur - Flogbóltur, søga, spurnarkapping og dansur
20. juni 2022

Í morgun var aftur øðrvísi skúladagur á Glyvrum.

2.flokkur skipaði dagin og høvdu tey deilt upp í fýra verkstøð, so árgangir fylgdust frá verkstað til verkstað.

Verkstøðini vóru: Flogbóltur, søga, spurnarkapping og dansur.

Rógvi stóð fyri flogbólti í fimleikahøllini. Flogbóltur fyri børn verður kallað flogbørn og gongur spæli út uppá at kasta og lofta bóltin yvir um netið. Klárar man ikki at lofta bóltinum, so doyr man og um øll doyggja á einum liði, so fær mótstøðuliðið eitt stig. Eitt sera stuttligt spæl, sum børnini elska at spæla.

Á bókasavninum hevði Annika søguløtu. Fedtmule og myllarin vóru á skránni. Ein sera hugnalig og stuttlig løta.

Inni í stovuni hjá 3.a hevði Johnny eina spurnarkapping, har ein næmingur skuldi sita við rygginum til talvuna og spyrja ja/nei spurningar út til hini í flokkinum. Tan sum sat við rygginum til, skuldi so royna at gita seg til hvør mynd sum var uppi á talvuni. 

Í morgunsang gongini vóru Stinemia og Jannet klárar við dansi. Chicken dance, Macarena, Church clap og øðrum. Mega festiligt :)

Myndir frá degnum síggjast her

Nú eru vit so nær summarferiuni sum tað ber til. 

Í morgin er síðsti skúladagur og síðan síggjast vit ikki aftur fyrr enn 17. august tá nýtt skúlaár byrjar.

Vit gleða okkum til at síggja hvat forskúlin hevur á skránni í morgin :)