Tíðindi
Fyrsti skúladagur hjá 1.a og 1.b
18.08.2022
Í dag fóru 37 børn fyri fyrstu ferð í skúla. Tey koma at ganga í 1.a og 1.b á Glyvrum.
At koma í skúla fyrsta skúladag er altíð nakað heilt serligt. Øll eru spent, bæði næmingar, foreldur og lærarar.
Børnini kennast sjálvandi frá forskúlanum, og tískil er lopið frá forskúla til skúla nokk ikki so stórt, sum tað fyrr var.
Børnini hava nokk fyrireika seg, við at keypt skúlatasku, fylt í pennalarhúsið, og annars pynta seg til dagin.
Vit høvdu eina sera hugnaliga løtu og vónandi gerst hetta byrjanin til nógvar góðar løtur og tímar í skúlanum.
Nú byrjar daglig dagurin og vit gleða okkum at síggja øll aftur í morgin, til enn ein spennandi og mennandi dag.
Fleiri myndir frá degnum síggjast her
Vh
Sára, Guðna, Sólva, Johnny, Guðrun og Tórhalla
27.10.2025
Takk
27.10.2025
Trivnaðarátøk í skúlanum við Løkin
23.10.2025
Tolsemisvika í Glyvra skúla
07.10.2025
Rennidagurin framskundaður til mikudagin 8. oktobur
06.10.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar pening inn til Krabbameinsfelagið
24.09.2025