Seinastu tíðindi
Árligi rennidagurin verður hósdagin 5. oktober 2023
03. oktober 2023

Allir næmingarnir í Runavíkar kommunuskúla møta í skúlagarðinum við Løkin kl. 8.00.

 

Næmingarnir í Glyvra skúla renna til Rituvíkar, tó fer forskúlin runt Lítla vatn.

Næmingarnir í skúlanum við Løkin renna runt Agnið.

 

Um næmingarnir ynskja at drekka vatn á túrinum, mugu tey hava tað við sær, tí onki vatn verður at fáa á túrinum.

Komin á mál, í skúlanum við Løkin, fáa øll Sunkist og Twix.

 

Skúlabussarnir avheinta næmingarnar á Brúnni og 1. – 3. fl. í skúlanum við Løkin klokkan 11.00.

Skúlabussarnir avheinta næmingarnar 4. fl. – 10.fl. í skúlanum við Løkin kl. 11.40.

SSL koyrir næmingarnar úr Skálafirði, Skála og Strondum heim kl. 11.45 frá Hotel Runavík.

Næmingarnir úr Oyndarfirði fara heim við bussinum frá skúlanum við Løkin kl. 11.40.

Næmingarnir úr Funningsfirði og Elduvík fara heim við bussinum frá skúlanum við Løkin kl. 11.40.

 

Vanlig skúlagongd er fríggjadagin 6. oktober. Eftir tað fara vit í heystfrítíð. Vit síggjast aftur mánadagin 16. oktober.

Góða heystfrítíð