Tíðindi

27.129 kr til Beran frá 6.a
03.03.2023
6.a hevur í eina viku frá 23 febr. til 1. mars havt eitt roknistuðulsátak til frama fyri Beran.
Næmingarnir roknadu í einum roknihefti vid 22 síðum. So hvørt teir blivu lidnir við eina síðu, bleiv síðan rættað og undirskrivað av einum vaksnum.
Foreldur/familja/vinir høvdu so møguleika fyri at stuðla einstaka næminginum við eini upphædd pr síðu ella eini fastari upphædd.
Inn komu 12.129kr, tá vikan var liðug. Harumframt valdi Elcon at stuðla flokkinum við eini fastari upphædd á 15.000kr.
Sostatt eydnaðist tað 6.a at savna 27.129 kr inn til Beran.
23.10.2025
Tolsemisvika í Glyvra skúla
07.10.2025
Rennidagurin framskundaður til mikudagin 8. oktobur
06.10.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar pening inn til Krabbameinsfelagið
24.09.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar inn til Krabbameins-felagið
19.09.2025
4a og 4b selja franskan hotdog fríggjadagin
08.09.2025