Tíðindi
Tíðindabræv frá forskúlanum Brúgvin
Her eru nakrar myndir, sum vísa nakað av tí, vit hava gjørt í Uppistovu.
Vit syngja og læra nýggjar sangir, kvæði og skjaldur. Eisini læra vit ymisk dansispøl.
Vit hava havt evnisviku við evninum "Fjøran". Tað var spennandi.
Øll børnini hava fingið hvør sín Bamsivin. Í hesum sambandi læra vit um tolsemi, umsorgan, virðing og dirvi. Eisini hava vit gjørt okkum hvør sítt vinar-armband, tí vit í Uppistovu hoyra saman og skulu verða saman í nógv ár afturat. Vit eru góð við hvørt annað og ansa og hjálpa hvørjum øðrum.
Eina ferð um vikuna eru vit í høllini til SI-venjingar. Tað er so stuttligt.
Politiið hevur vitja okkum og givið okkum endurskinsvestar. Tað var kul. Vit sluppu at royna politimotorsúkkurnar.
Tá vit høvdu gingið í forskúla í 100 dagar, hildu vit eina rimmar 100-daga-veitslu. Alt snúði seg um 100, tað var stuttligt. At enda fingu vit pitsu og saft.
Vit spæla nógv stuttlig spøl, bæði inni og úti. Í kavanum í vetur hava vit ofta sleta og ein dagin gjørdu vit okkum slush ice úr kava og saft.
Sjálvandi hava vit eisini arbeitt við talfatan og Leiki og Læru. Tað er spennandi.
Heilsan vit í Uppistovu.