Tíðindi

Vit skóru upp
17.05.2023
Mánakvøldið var grindadráp í Klaksvík. Ein av okkara lærarum, Súsanna, var í grind.
Týsmorgunin komu seðlarnir út, og tá spurdi Súsanna ein av fyriskiparunum, um teir høvdu nakran lítlan hval, so hon kundi vísa næmingunum hvussu man sker upp.
Tað var ikki hálvtala orð. Ein tvey skinn hvalur var tøkur, sum hon kundi fáa við í anhangaran.
Eftir morgunsangin var møguligt hjá næmingunum at koma út í skúlagarðin at síggja hvussu ein hvalur verður skorin upp.
Ein øðrvísi og lærurík løta.
09.05.2025
Skrivliga próvtøkan hjá 8., 9. og 10. flokki verður 22. - 27. mai
29.04.2025
Starv sum varaskúlastjóri leyst at søkja
29.04.2025
Leys størv at søkja til komandi skúlaár
24.04.2025
Minningarløta fyri Esther Dahl Joensen
08.04.2025
Gummi Tarsan frumframførslu í gjár
03.04.2025