Seinastu boð
Skrivlig roynd 8. flokkur (30. mai - 2. juni)
16. mai 2023

Góðu næmingar:

Stað

Til royndina er 8. flokkur í Løkshøll og kantinuni.

Teldur

Skúlin hevur teldur til allar næmingar, men næmingar kunnu hava egna teldu við. Næmingurin hevur egna ábyrgd av telduni.

Góð ráð

Um úrslitini skulu vera góð, mugu tit vera væl svøvnt, mett og væl fyri, meðan royndin er.

Tá tit skulu upp í rokning / stødddfrøði, mugu tit hava tey neyðugu rokniamboðini við tykkum.

Góða linial, vinkulmátara, passara, góðan blýant, teknitríkant, viskileður og roknimaskinu.

Gloymið ikki GULU handbók.

Minnist eisini til oyralurt.