Seinastu tíðindi
Vit skóru upp
17. mai 2023

Mánakvøldið var grindadráp í Klaksvík. Ein av okkara lærarum, Súsanna, var í grind.

Týsmorgunin komu seðlarnir út, og tá spurdi Súsanna ein av fyriskiparunum, um teir høvdu nakran lítlan hval, so hon kundi vísa næmingunum hvussu man sker upp.

Tað var ikki hálvtala orð. Ein tvey skinn hvalur var tøkur, sum hon kundi fáa við í anhangaran.

Eftir morgunsangin var møguligt hjá næmingunum at koma út í skúlagarðin at síggja hvussu ein hvalur verður skorin upp.

Ein øðrvísi og lærurík løta. 

Viðfestar eru nakrar myndir frá løtuni. Trýst her!