Seinastu tíðindi
Betri Vinir átak
01. februar 2024

Í dag markeraðu vit, at Glyvra skúli fer at arbeiða við trivnaði og átøkum, at betra um vinarlagið hjá børnunum, við arbeiðsháttinum í Betri Vinir.

Vit høvdu eina langa morgunløtu, har vit tosaðu um góðar gerðir, góðar vinir, hvussu vit kunnu betra um trivnaðin í Glyvra skúla og sungu fleiri sangir, ið handlaðu um vinarlag og góðar gerðir.

Síðan fóru vit í skúlagarðin at spæla ymisk spøl og dansa, sum er við til at betra um vinarlagið millum børnini.

Alt í alt ein sera góður og hugnaligur dagur.

Fleiri myndir frá degnum síggjast her!