Seinastu tíðindi
Vit eru í finaluni - vunnu innleiðandi umfarið
18. mars 2024

Í dag var innleiðandi umfar í skúlatalvi fyri 3. og 4. flokkar úr norðurøkinum í Tofta skúla.

Vit høvdu eitt lið við, ið var mannað við:

Aron og Jayden úr 4.a, Levi og Filip úr 4.b og Jónas og Elinborg úr 3.a.

Hesi eru øll partur av talv kvøldskúlanum og hava í fleiri ár vant talv.

Í dag gjørdu tey eisini bart. Tey vunnu innleiðandi umfarið greitt. Við 26,5 stigum. Nummar tvey fekk 21,5 stig.

Tey fingu tískil gull og hava telvað seg til finaluumfarið, ið verður um 3-4 vikur.

Spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at gangast.

Koyrið á!!!