Seinastu tíðindi
SSP tiltak fyri 7. flokk
05. mai 2024

Hósdagin 2. maj var SSP tiltakið 'Ung og lívið' fyri næmingar í 7. flokki við Skálafjørðin. 

Dagurin var hildin í bygdahúsinum á Strondum. Á skránni undir yvirskriftini 'Val og vanar - og vandar' vóru ymiskar verkstovur, samansjóðing og undirhald av ymsum slag. Veðrið var gott og tey ungu hugnaðu sær óført. Um kvøldið vóru tey øll boðin í Gulu smiðju til hugna og spøl. 

Tað er gott at síggja, at ungdómar duga at hugna sær saman í royk- og rúsfríum umhvørvi. 

 Les meir um SSP á heimasíðuni ssp.fo